Wednesday, March 6, 2024

Umrøda av Sæla

 




Skriva hevur Jóannes á Stykki

Eg var í Norduratlantisku Bryggjuni 1 mars og sá 4 føroyskar stuttfilmar.

Eg fari her at umrøda filmin Sæla sum Katrin Joensen-Næs hevur leikstjórna. Filmurin fekk gratis reklamu og elvdi til debatt, eftir at táverandi landststýrisfólkid í mentamálum Jenis av Rana vid lógini í hondini, hevdi nokta studul til filmin. Í paragraff 2 stk. 2 í lógini um studul til mentan og list stendur at ”Landsstýrismaðurin ger av, hvør kann fáa stuðul, og hevur somuleiðis eftirlit við, at stuðulin verður nýttur til ætlað endamál.”. Eg haldi at henda lóg skal broytast soleidis at vit fáa armslongdarprincippid at galda. Soleidis at politiski myndugleikin ikki skal avgera hvat fyri listaverk kann fáa studul. Tad vísir hesin filmurin eisini, haldi eg.

Sæla er hardur at síggja haldi eg. Men eisini gódur. Hann hevdi sterka ávirkan á meg og hann situr sterkast í minninum av teimum 4 filminum, sum blivu vístir, her 5 dagar seinni.  Hann handlar um avhengigheit av sex. Ella at sum eg skilji tad at sexuella upplivingin skal bara verda sterkari fyri hvørja ferd. Hetta ger at kvinniligi høvudsperónurin  Rebekka, í filminum má fara um mark og partnarin, Jákup,  ger nøkur ógvuslig ting vid hana. Tad hevur veri debattera um tad hendi eitt yvirgreb í filminum. Og tad haldi eg tad er, sjálvt um tad kanska ikki byrjadi soleidis. So tad bleiv til eitt yvirgreb. Og tad heila endar so í sjálvdestruktion. Hetta var stutt um søgugongdina í filminum. Eg haldi at filmurin er gódur og evnid er ikki rættiliga vidgjørt í føroyskum høpi fyrr. Og filmurin er gott gjørdur, sum eg síggi tad. Og leikararnir eru gódir. Filmurin varar 25 minuttir og hevur so vist 5 minuttir meira fyri at halda seg innanfyri tídarmarki fyri ein stuttfilm. Her haldi eg at leikstjórin kundi brúkt 4- 5 minuttir meira at innleitt filmin vid og byggja huglagi í filminum upp í. Tad haldi eg hevdi gjørt at Sæla hevdi veri betri.

Men Sæla er ein sterkur filmur, sum eg haldi at man skal síggja.

 

Leikarar: Bjørk Búadóttir Tórgarð, Edvin H. Niclasen, Ebba Malena Debess Thomsen.
Leikstjóri: Katrin Joensen-Næs
Sjangra: Drama
Longd: 25 minuttir
Aldursmark: 15 ár

 


No comments:

Post a Comment