Friday, December 18, 2020

Stutt ummæli av Svartur sannleiki

 Jóannes á Stykki


Eg hugdi at dokumentarfilminum Svartur sannleiki um Ingálv av Reyni. Ingálvur av Reyni hevði blivi 100 ár 18 december í ár, (https://da.wikipedia.org/wiki/Ing%C3%A1lvur_av_Reyni) Ein fantastiskur filmur, har man fylgir Ingálvi. Vit síggja hann ymsum situationum. Á kunstmuseum, á gøtuni har hann tosar við fólk, í haganum og framman fyri løriftinum.

Í filminum hugleiðir Ingálvur  um at vera listamálari. Tað skal vera eitt stríð at gera list sigur Ingálvur. Og Ingálvur var ikki so glaður fyri at hann hevði selt at allar málningarnar, tí so hevði hann behaga. List skal siga sannleikan, og sannleikin er ikki altíð væl dámdur.  Ingálvur greiðir frá um ávirkanina Aksel Jørgensen (https://da.wikipedia.org/wiki/Aksel_J%C3%B8rgensen_(maler)) hevði á hann. Og hvussu hann arbeiddi seg burtur frá hansara ávirkan. Her var Jack Kampmann (https://denstoredanske.lex.dk/Jack_Kampmann) ein inspiration. Ingálvur greiðir frá hvussu listamenn skulu lata seg ávirka av nýggjum og gomlum kunsti. Og teir skulu somuleiðis ganga egnar leiðir og vera sannir. Og man skal ikki mála bara tí man dugir tað, men man skal eisini hava uppliva nakað avgerandi áðrenn man málar. Hann greiðir frá, at fólk vildu hava hann mála naturalistiskar málningar, men hann hevði hug til at ganga aðrar leiðir. Og tað gjørdi hann so. 

Filmurin varðar í ein tíma og tað er ein passandi longd. Tónleikurin passar væl til. Sum sagt ein fantastiksur filmur. 


Svartur sannleiki

Lagt til rættis: Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen

Fotografur: Hans Petur Hansen

Ljóðupptøkur: Herluf Sørensen

Sett saman: Per Zachariassen

Framleiðsla: Primus Film 1999