Skriva hevur Jóannes á Stykki
Eg var í Park Bio 2 mai – 2025 og sá Seinasta paradís
á jørð hjá Sakaris Stórá. Aftaná filmin svaraði Sakaris Stórá spurningum.
Seinasta paradís á jørð er ein sosial-realististkur filmur,
sum snýr seg um Kára sum býr í eini ónevndari bygd í Føroyum, men filmurin er
upptikin í Hvalba. Sakaris Stórá segði aftaná sýningina at problemi sum blívur
viðgjørt í filminum ikki skal vera bundi til Hvalba, men at søgugongdin í
filminum kann vera í eini og hvørjari føroyskari bygd.
Kári er introvertur og hevur ymisk problemir. Mamman
er deyð og heimi er dysfunktionelt. Viðurskifini
við systrina eru ikki so góð. Og hann arbeiðir á flakavirkinum í bygdini, men
tað er í vanda fyri at steingja. Og hvussu tað gongur Kára skal ikki avdúkast
her.
Filmurin er góður og viðger viðkomandi evni. Og
støðuna hjá arbeiðarastættini í Føroyum. Arbeiðarastættina, hvørs støða ikki er
so væl lýst á filmi og í skaldskapi. Sakaris
bleiv spurdur um hví at filmurin æt Seinasta paradís á jørð, tá stemningurin
var meira apokalyptiskur við við ymiskum hóttanum sum t.d. at flakavirki
stewingir og arbeiðsloysi hóttir. Sakaris svaraði, at bygdin er paradísi hjá Kára
hóast hóttanirnar. Hann vil helst ikki flyta.
Annars er avriki hjá leikarunum gott. Og tað er ikki so
nógvur dialogur í filminum, men nógv verður sagt við myndinum. Men filmurin er ikki uttan lýti. Tað er líka
sum at tað sum mann kann kalla flóvi í mátanum søgan er fortald uppá ikki er so
gott, haldi eg. Tað er akkurát sum tey ymsu hugskotini í søgugongdini ikki
hanga so væl saman. Sama trupuleikan hevði Drymar við havi eisini. Men í
Seinasta parasís á jørð fungerar tað hóast alt betri enn í Dreymar við havi.
Og so er søgan í filminum eitt sindur óforloyst. Og
tað er ótilfredsstilandi. Filmurin brúkar ikki so nógv náttúrumyndir sjálvt um
tað kundi veri upplagt. Men tað er so eitt val mann hevur tiki og tað eri eg
partvíst samdur í. Eg haldi tó har kundi veri eitt sindur fleiri náttúrumyndir
í filminum.
Seinasta paradís á jørð er ein góður filmur, men hevur
sum sagt nøkur lýti, haldi eg. Eg gevi Seinasta paradís á jørð 7 stjørnur út av
10.
No comments:
Post a Comment